Í hesum døgum er havnarmaðurin Sigurd Lamhauge í Tanzania, har hann loysir eina minni uppgávu fyri føroyska uttanríkisráðið. Uppgávan er at fáa borð, stólar og annan skúlaútbúnað til eitt skúla, ið liggur nærhendis høvuðsstaðnum Dar es Salaam. Henda útgerðin varð keypt frá Dugna, meðan timburnæmingar á Tekniska skúla í Havn settu hesa ístand.
Nú er útgerðin komin uppá pláss í Tanzania, sum ein partur av eini játtan frá føroyingum til henda skúlan. Á skúlanum ganga 70 børn.
Í morgin verður beinleiðis samrøða við Sigurd Lamhauge í Tanzania. Samrøðan hósdagin er partur av morgunsendingini á Rás2 og byrjar beint eftir kl. 9.
Meiri fæst at vita um ætlanina á heimasíðuni hjá Uttanríkisráðnum - mfa.fo/Default.aspx