Víðgongdi franski høgrapolitikarin Jean Marie Le Pen hevur nú endaliga mist sætið í ES-tinginum.
Ein dómstólur í Strasbourg avgjørdi fyrradagin, at ES-tingið hevði rætt, tá tað fyri trimum árum síðani gjørdi av at blaka Le Pen úr tinginum. Upprunin til avgerðina hjá ES-tinginum var, at franska dómsvaldið hevði gjørt av, at Le Pen var ikki egnaður at sita í nøkrum almennum starvi. Upprunin til ta málið var ein tilburður í 1997, tá Le Pen leyp á ein kvinnuligan sosialistiskan politikara.
Aftan á avgerðina hjá dómstólinum í Strasbourg kunngjørdi formansskapurin í ES-tinginum, at Jean Marie Le Pen hevði mist sætið í tinginum frá 10. apríl.