– Eg havi ikki hoyrt so skaft. Tað var reaktiónin hjá Heðini Mortensen, løgtingsmanni fyri Javnaðarflokkin, tá ið Løgtingið hendan dagin viðgjørdi eitt uppskot frá Tjóðveldi um at seta eina føroyska veðurstovn á stovn.
Samstundis hevði Tjóðveldi skotið upp, at veðurstovnurin skuldu vera í Klaksvík – og tað var hetta, sum fall javnaðarmanninum fyri bróstið.
Hann sigur, at veðurstøðin hevur altíð verið í Havn, og hann fer aldrin at góðtaka, at hon verður flutt úr Havnini.
– Eg fari ikki at góðtaka, at stovnar fara spjaddir kring um í landinum, bara tí at onkur heldur, at tað er smart, staðfesti hann.
– Er hetta valagn fyri at fáa nakrar atkvøður, mugu tey heldur finna upp á okkurt annað, legði hann afturat.
Annars heldur hann, at Havnin er fyri rættiligum ágangi frá politikarum kring landið.
– Hesin ágangurin á Havnina má halda uppat. Tit sorla samfelagið sundur, tí tað er munandi effektivari og bíligari at almennir stovnar eru í Havn, segði Heðin Mortensen, sum eisini er býráðslimur í Havn og fyrrverandi borgarstjóri.
– Er tað okkurt, sum hevur við Havnina at gera skal spillast út sigur hann. Og annars heldur hann, ein føroysk veðurstøð eigur at leggjast afturat sjómansskulanum í Havn.
– Tað er alt ov nógvur lokalpolitikkkur í Løgtinginum og tað kann ikki góðtakast, helt javnaðarmaðurin fyri.
Politikarar ganga í alt ov smáum skóm, og tað mugu vit koma burtur frá, legði hann afturat.
Bill Justinusen tingmaður fyri Miðflokkin, helt, at hetta er eitt tað mest primitiva hann hevur hoyrt. – Tað er so vælsignað lætt at sita í Havn har alt er og tosa um, at alt skal vera í Havn, sigur hann. Hann ivast heldur ikki í, at tað eru roknistykki, sum vísa, at tað er rationellari, tí tað er so stutt til alt.
– Men vit gera ikki hetta landið størri við at klamsa alt niður í Havn, legðu hann afturat.
Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin dugdi heldur ikki at síggja, at tað var so avgerandi, at veðurstøðin skuldi vera í Havn.
– Havnafólk brúka veðrið til at gera av um tey skulu fara í ein tjukkan jakka ella ein tunnan jakka, ella um tey skulu fara á Leynasand at sóla sær, helt hann speiskliga fyri.
Annars helt hann, at tað besta hevði verið at leggja veðurstøðina í einum øki, har tað ikki er so nógv frammanundan og tí helt hann, at Sandoygggin hevði verið akkurat rætta staðið at lagt eina veðurtøð á.
Annars varð uppskotið felt tí samgongan heldur, at tað er ikki rætt at fara undir slíkt virksemi mitt í einum ári. Er politiskur vilji til at gera ein veðurstovn, eigur tað at verða gjørt í sambandi við fíggjarlógina fyri næsta ár, heldur samgongan.