Sigurð í Jákupsstovu nýggjur rektari á Fróðskaparsetrinum

Sigurð í Jákupsstovu er 48 ára gamal og útbúgvin skipsførari og verkfrøðingur umframt at hann í 2002 vardi Ph.D ritgerð við Danmarks Tekniske Universitet (DTU). Meðan hann skrivaði ritgerðina var Sigurð í Jákupsstovu knýttur at Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Sigurð í Jákupsstovu hevur starvast í oljuvinnuni, m.a. sum verkfrøðingur fyri Mærsk Olie og Gas í Quatar og í Indonesia. Í 2003 gjørdist hann virkandi stjóri á Jarðfrøðisavninum og í 2004 stóð hann á odda fyri samanleggingini millum Jarðfrøðisavnið og Oljumálaráðið til nýggja stovnin Jarðfeingi. Sigurð í Jákupsstovu var stjóri á Jarðfeingi til 2008, tá ið hann tók við starvi sum tekniskur stjóri í Atlantic Petroleum.

Nýggi rektarin tekur við starvinum 1. september 2011.