Sigur fyri Sambandsflokkin og ríkisfelagsskapin

Aftaná valið eru komnar nógvar tulkingar, forkláringar og burturforkláringar av valúrslitinum, men nøkur úrslit eru so greið, at tað gongur an gera nakrar innlýsandi niðurstøður.

 

Sambandsflokkurin gjørdist størsti flokkur til hetta valið og hevði størsta atkvøðutal til eitt føroyskt fólkatingsval nakrantíð. Og hann fekk ikki bara fyrst valda limin í Føroyum hesaferð, men eisini fyrstu føroysku kvinnu valda á fólkating nakrantíð og harvið ein dyggan stuðul til hennara sum formann.

Sambandsflokkurin fekk meira enn dupult so nógvar listaatkvøður sum nakar annar flokkur. Hetta bendir nógv á, at tað er sambandshugsjónin, sum er grundarlagi og tað berandi, tá íð vit heita á fólk um stuðul.

Vit bóðu veljarnar atkvøða, sum um hetta var ein fólkaatkvøða um loysing ella ríkisfelagsskap og svarið var greitt. Ein meirluti var fyri ríkisfelagsskapinum og tá liggja helst nakrar ríkisfelagsskapsatkvøður eftir í Fólkaflokkinum, sum kundu verið taldar við til fyrimuns fyri ríkisfelagsskapin.

Sambandsflokkurin fekk eitt framúr gott val, sum vit í fremstu røð eiga at takka fyri. Ein loyalitetur og eitt trúfesti frá okkara veljarum, sum bert er at finna í Sambandsflokkinum. Tá íð á stendur vita sambandsfólk, hvar teirra pláss er. Hetta er kveikjandi at vita fyri okkum, sum skulu mynda flokkin og fáa boðskapin út til onnur. Okkara veljarar og okkara álitisfólk fylgja við í okkara arbeiði og eru til reiðar at hjálpa, tá íð biðið verður um tað.

Og tað verður tað skjótt aftur. Løgtingsvalið er í hond og vit kunnu vera púra vís í stórum ágangi frá øðrum flokkum eins og t.d. Javnaðarflokkurin royndi seg til hetta valið.

Men teir mistóku seg. Teir tóku ikki hædd fyri, at tað vóru støðuføst sambandsfólk, sum teir vóru farnir í holt við. Men teir vórðu riknir á dyr. Hevði teirra poltiski snevil verið eitt sindur betri, vóru teir farnir inn um onkur onnur mørk at fiska og sigurin fyri ríkisfelagsskapinum kundi verið fullkomin.

Fólkaflokkurin bað fólkið um at vísa løgmanni sítt álit og við hesum hjálpa einum fólkafloksumboði á fólkating. Kortanei, segði fólki, og gav flokkinum størstu afturgongd av øllum. Nú er parlamentarisma ikki eitt mál millum ein poltikara - her løgmann - og fólkið, men millum løgmann og parlamentið (løgtingið) og tað kann løgmaður vera glaður fyri. Annars var hann dumpaður í tinginum eisini. Flokkurin bað um álitisváttan. Fólkið segði nei. Annars er tað væl eisini eitt annað slag av misálitisváttan, at ein løgmaður bara gerst nr. tvey í sínum flokki.

Og so hurlivasin í tí minsta flokkinum, hvørs luttakaratal er í fríum falli. Ein syrgilig sjón. Hann fær ilt við at fóta sær aftur.

Eg fari við hesum at takka øllum sum stóðu so væl saman um Sambandsflokkin hesaferð og heita á tykkum um at halda dampinum uppi til løgtingsvalið. Tá verður ikki minni brúk fyri tykkara hjálp til at føra eina góða sambandsloysn út í lívi.

Men eg havi eitt hjartasuff, sum hevur nakað við tað praktiska arbeiði í flokkinum at gera. Tá íð á stendur sum t.d. upp til eitt val kundu vit brúkt nógvar hendur afturat. Vit hava ein fastan skara, sum er fúsur hvørja ferð, men tað hevði ofta verið so nógv lættari, hugaligari og stuttligari, um fleiri herðar vóru til at bera hesar byrðarnar.

Tí fari eg at heita á tykkum, sum halda tykkum hava hug og yvirskot til at gera okkurt fyri flokkin, at geva tykkum til kennar. Komið á fund til dømis og prátið við okkum ella setið tykkum í samband við lokalfeløgini fyri at fáa nærri at vita. Eg vænti, at fleiri sambandsfundir fara at vera runt landi í næstum og har eru øll sambandshugaði so hjartaliga vælkomin.

Øll eru vælkomin at ringja til høvuðsskrivstovuna hjá Sambandsflokkinum, tlf. 31 88 70 fyri at fáa at vita, hvar íð nærmasta lokalfelag er. Øll eru eisini vælkomin ar ringja til undirritað 44 21 44. Haldi tykkum bara ikki aftur, tí tað eru nokk av uppgávum til allar tær hendur, sum vilja gera okkurt fyri Sambandsflokkin.

Eg takki enn einaferð so hjartaliga fyri góða undirtøku - bæðið til Sambandsflokkin og til mín persónliga.

Drívið framvegis á.