Klassikarin í føroyskum manshondbólti er uttan iva dystirnir ímillum tey bæði mest vinnandi liðini ígjøgnum tíðirnar, Kyndil og VÍF. Hesi bæði liðini eru aftur í ár partur av mansfinaluni, og sjálvt um VÍF vann endaspælið, so er tað Kyndil, sum stendur við bestu kortunum í hondini undan seinna finaludystinum í Vestmanna leygardagin.
Kyndil hevur havt eitt sera gott endaspæl í bestu mansdeildini í hondbólti. Teir hava savnaðu sær 14 av 20 møguligum stigum, og hetta gjørdi, at teir endaðu í finaluni ímóti vestmenningum, sum lá á odda mest sum alla kappingina. Góða spælið hjá Kyndli í endaspælinum helt eisini fram í fyrsta finaludystinum. Her vunnu teir nevniliga tryggan sigur á VÍF í høllini á Hálsi, og tí eru teir bert 60 minuttir frá at vinna meistaraheitið.
Jokarar við hjá vestmenningum
Ikki kann sigast annað, enn at VÍF-liðið er illa spert undan seinna finaludystinum. Í fyrra dystinum fingu bæði Agnar Joensen og John Zachariassen reytt kort, og tí vera teir ikki við í dystinum í Vestmanna leygardagin.
Eli Müller og Ingi Olsen vóru tó ikki við í dystinum á Hálsi, og teir báðir eru klárir aftur til dystin leygardagin. Tað sama er Áki Olsen, sum mátti út við einum skaða seinasta dyst. Hetta er gott nýtt hjá VÍF, og so er spurningurin, um hesir klárir at venda gongdina frá seinasta dystinum hjá vestmenningum.
Regin Joensen hjá VÍF sigur, at teir hava góðar vónir undan dystinum leygardagin.
- Ja, vit hava ógvuliga góðar vónir. Nú eru bæði Ingi og Eli við aftur, samstundis sum Áki Olsen er blivin klárur, so hetta skal nokk fara at ganga.
- Tað er sjálvandi keðiligt, at bæði Agnar og John ikki eru við, men tað hevur koyrt væl í venjing í vikuni, og vit eru allir ordiliga klárir til dystin ímóti Kyndli leygardagin.
Regin segði eisini, at VÍF helst hevði onkran jokara í hattinum til dystin leygardagin, men hann vildi ikki siga nakað um, hvør hesin var. Men sum skilst, so verður Johnny Joensen heilt vist partur av VÍF-liðnum leygardagin, og tað ljóðar eisini, at Piti Negru á liðnum hjá vestmenningum.
Fullmannað kyndilslið
Tað stendur heldur betur til við fólki hjá Kyndli til dystin leygardagin. Einasti spælarin, sum ikki var við seinasta vikuskiftið, var Hjalti Jacobsen, sum var úti við einum skaða. Hjalti hevur tó vant í vikuni, og hann væntar at gerast klárur.
- Eg havi roynt at vant eitt sindur í vikuni, og har sær rættiliga gott út. Eg vænti og vóni at vera klárur til dystin leygardagin.
Hjalti heldur eisini, at uppskriftin er greið hjá Kyndli. Har er bara eitt at gera leygardagin.
- Eingin ivi skal vera um, at vit ætla okkum til Vestmanna at vinna dystin leygardagin. Vit halda, at vit hava góðan møguleika at vinna á leygardagin, og tað hevði verið gott at avgjørt alt longu tá, sigur Hjalti at enda.