Sigrun Wardum stillar upp fyri Tjóðveldi

Sigrun Wardum, forkvinna í Javna, verður at finna á listanum hjá Tjóðveldi til býráðsvalið í Havn.

 

Hóast listin hjá Tjóðveldi enn ikki er almennur, játtar Sigrun Wardum, at hon stillar upp.

 

Hon sigur, at hon vil arbeiða fyri atkomumøguleikum hjá fólki við menningartarni, eins og hon vil arbeiða fyri málum innan sosiala-, útbúgvingar- og heilsuøkið.

 

Hon hevur millum annað verið frammi fyrr og tosa um inklusión fyri børn við serligum tørvi ella menningartarnið, ið hon metur skulu hava somu møguleikar og verða í somu vanligu bólkum sum onnur børn – tað verði seg í vøggustovu, barnagarði og skúla.

 

Hetta er fyrstu ferð, at Sigrun Wardum bjóðar seg fram politiskt.