Fríggjamorgunin vitjaðu Sigrid Sivertsen og hennara Ungu Stjørnuskot í Suðuroynni, saman við tónleikabólki og bólkinum Paradox.
Hetta var konsert fyri skúlaungdómi í Suðuroyni. Ungdómi á sama aldri, sum tey á pallinum. Kórið hjá Sigrid sang eina røð av yngri og eldri vælswingandi slagarum, meðan ungir og dugnaligir tónleikarar leiktu undir. Eisini soslosangur var á skránni. Bólkurin Paradox kom eisini á pall og leikti. Sangarin í Paradox fekk tann lokala sangaran Brand Enni at hjálpa sær við einum lag.
Øll komu hesi sera væl frá framførslunum. Og stuttligt var, at alt fór fram við bestu ljóð- og ljósútgerð, tí sett var júst upp til stóru Prix Føroyar semifinaluna í høllini í Trongisvági.
Tá øll hesi ungu stjørnuskot høvdu víst hvat tey megnaðu, og tað var ikki smávegis, var eitt nýkomið punkt á skránni, tí ein gentubólkur á Tvøroyri undir leiðslu av Tróndi Enni slapp at enda framførsluna og komu tær somuleiðis væl frá hesum. Ungdómar í Suðuroynni og úr miðstaðarøkinum hittust og tónleikurin ljóðaði undir best hugsandi umstøðum.