Sigrarnir á United vóru avgerandi

Ígjár tryggjaði Chelsea sær sítt fjórða meistaraheiti í søguni. Hetta hendi aftaná ein knúsandi 8-0 sigur á Wigan.

 

Venjarin hjá Chelsea, Carlo Ancelotti heldur kortini, at tað vóru tveir dystir, sum vóru avgerandi fyri, at Chelsea vann gull. Nevnliga báðir dystirnir ímóti Manchester United.

 

- Lykilin til meistaraheitið vóru sigrarnir heima og úti ímóti Manchester United, segði Carlo Ancelotti við Sky Sports News, aftaná dystin ímóti Wigan ígjár. Teir sigrarnir eru høvuðsorsøkin til, at vit vunnu gull. Hesir sigrarnir góvu okkum størri sjálvsálit, samstundis sum hetta hevði eina neiliga ávirkan á Manchester United, staðfesti Carlo Ancelotti.

 

Leygardagin spælir Chelsea steypafinalu á Wembley leikvøllinum ímóti Portsmouth, sum eru fluttir niður í næstbestu fótbóltsdeildina.