Signhild heiðrað av Heimafriði

Leygardagin fekk varaborgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Signhild Vilhemsdóttir Johannesen, heiðursbræv frá Heimafriði

Borgarar í Ánunum hava í fleiri ár kært sína neyð um larmandi skip við bryggju í Norðhavnini.

– Í summar var serliga ringt við áhaldandi larmi og fleiri vórðu noydd at rýma av húsinum, sigur Heimafriður.

Eitt skifti í summar sat varaborgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, í borgarstjórasessinum. Hon tók avgerð um at senda boð eftir Steingrund Akustikk fyri at kunna skjalprógva, hvussu nógvan gang skipini í veruleikanum eru atvoldin til.

Frágreiðingin, sum Steingrund Akustikk, hevur gjørt, útfrá kanningarúrslitunum í Ánunum í summar, tala fyri seg.

– Kanningarúrslitini skjalprógva, at gangurin, sum borgarar í Ánunum verða útsett fyri, er langt omanfyri loyvda hámarksvirðið í einum búðstaðarøki, sigur Heimafriður.

Steingrund Akustikk skrivar soleiðis í síni niðurstøðu:

”Mátaða óljóðið er meir enn 17 dB omanfyri hámarkið, sum er heilt ræðuliga nógv.”

– Frágreiðingin er ikki einans eitt skjalprógv um, at gangurin er ov nógvur, men ein viðurkenning til teir borgarar, sum javnan verða skírdir at vera grenj, sigur Heimafriður.

– Við bíleggingini av ljóðkanningin, fyri at skjalprógva umstøðurnar, sum íbúgvarnir í Ánunum liva undir, vísti Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, varaborgarstjóri, at hon setir trivnaðin hjá borgararunum fremst og hevur vilja til at loysa trupulleikan.

Heiðursbrævið til Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen er soljóðandi:

Takk

Heimafriður vil við hesum heiðursbrævi takka Signhild Vilhelmsdóttir Johannsen fyri at hava tikið stig til, at gjørd varð serfrøðilig ljóðmáting í íbúðarøki í Ánunum, sum vísir veruleikan, ið borgarar javnan vera fyri.

Títt íkast sýnir vilja til at gera nakað ítøkiligt fyri, at loysa ein trupulleika. Ljóðkanningin hevur ómetaligan stóran týdning fyri øll tey, sum líða undir larmi frá skipum.