Signhild er borgarstjóri

Jógvan Skorheim er í summarfrí fram til 9. juli, og í hesum tíðarskeiði røkir Signhild Johannesen borgarstjórastarvið.

Tað er Signhild V. Johannesen, sum í løtuni situr við stýrisvølin í Klaksvíkar kommunu. Hon røkir nevniliga borgarstjórastarvið, meðan Jógvan Skorheim er í summarfrí fram til 9. juli.

 

Umframt at vera varaborgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, er Signhild V. Johannesen eisini forkvinna í mentanarnevndini og limur í fíggjarnevndini.

 

Haraftrat er Signhild V. Johannesen limur í umhvørvis-og býarskipanarnevndini og í báðum trivnaðarnevndunum í Klaksvíkar býráð.