Mánakvøldið ber til at uppliva føroyska tónleikaran Signar í Homrum spæla konsert í íslendska høvuðsstaðnum.
Signar í Homrum spælir í Norrøna húsinum í Reykjavík.
Signar í Homrum framførir sum solistur, og hann fer at spæla sangir hjá sær sjálvum, og ein av sangunum verður uttan iva ”Tað er gott at elska”, sum Signar í Homrum týddi úr íslendskum eftir Bubbi Morthens.
Konsertin við Signar í Homrum í Norrøna húsinum byrjar kl. 19.00 mánakvøldið.
Signar fer eisini at spæla til føroyska flaggdagshaldið í Reykjavík týsdagin.