Tey, sum vóru til konsertina hjá Signari í Homrum leygarkvøldið vita, at huglagið í tjaldinum hesa løtuna var nakað heilt serstakt. Millum hvørt lag sungu fólk fagnaðarróp fyri Signari, og tað minti ikki sørt um at vera til hondbólts ella fótbóltsdyst. - Hatta var so ótrúligt, at eg kann ikki seta orð á tað, sigur Signar í Homrum.
Klokkan 01 leygarkvøldið var tjaldið á Summarfestivalinum karmur um eina stórsligna konsert frá Signari í Homrum. Tjaldið var á tremur, og fólkini vóru í serstakliga góðum hýri hesa løtuna.
- At hoyra, at fólkini eru so tendraði, ger nakað við ein bólk. Man gevur tí tað meira, tá ið man sær, at fólkini eru so spent, sigur Signar í Homrum.
Signar framførdi ein lítlan tíma, og her vóru tey eyðkendu hittini "Tað er gott at elska", "Sorgblídni", "Mín skattur" og "Kærleikans mátt" at hoyra, og fólkini sungu við til hvørt orð.
Signar í Homrum sigur, at hetta er ein uppliving, sum hann ongantíð fer at gloyma.
- Eg hevði sett mær fyri áðrenn, at um tjaldið bert var hálvfult, so hevði eg verið nøgdur. Men tá ið vit so byrjaðu var tjaldið á tremur við fólki. Tað var ótrúliga stuttligt, sigur Signar í Homrum.
Signar sigur, at hann var ógvuliga spentur áðrenn konsertina, og at hann og bólkur hansara høvdu fyrireikað seg væl til konsertina.