Sigvald Zachariasen hevur av persónligum orsøkum valt, at takka fyri seg sum formaður í EB/Streymi. Nýggjur formaður verður kendi tónleikarin Signar í Homrum.
Hann hevur sitið í nevndi síðani kappingarbyrjan í fjør, og tekur nú við sum formaður. Nýggjur skrivari í felagnum er Karin Zachariasen, skrivar heimsíðan hja felagnum.
EB/Streymur bleiv í fjør nummar fimm í landskappingini og vann silvur í steypakappingini.