Signar dugdi Signar

Signar í Homrum varð biðin um at spæla okkurt lag hjá Signar í Homrum

 

 

Signar í Homrum fekk eina uppliving av teimum heldur sjáldsomu, tá hann saman við John Johansen stóð fyri tónleikinum á Café Natúr í Havn fríggjakvøldið.

 

Signar skrivar sjálvur um hendingina á Facebook, har ein gestunum á Café Natúr kom og spurdi hann, um hann dugdi onkran sang hjá Signar í Homrum.

Svarið hjá Signari var játtandi, og hann játtaði enn einaferð, tá hann varð spurdur, um hann dugdi at spæla og syngja “Sorgblídni”

 

-  Áh, super. Góði spæl hann, vóru boðini, sum Signar at enda fekk, og tað stóð sjálvandi ikki á.

 

- Gott at fáa kekka jørðforbindilsið viðhvørt, staðfestir Signar heldur hugfarsliga á Facebook-vanga sínum.

 

Ja. Kanska var tað eitt hugskot, um tað eisini var mynd á plakatini, tá Signar næstu ferð skal spæla.