Í nógv ár var hann oddamaður í einum tí best umtókta rockbólkinum í landinum ? Kjølum. Men so fór hann av landinum, og í drúgva tíð var tónleikalig tøgn. Nú er hann aftur klárur at trína á Prix-pallin, og tað verður við einum nýggjum bólki.
Kollfirðingurin Signar í Homrum ger Prix-comeback, og tað gleðir hann seg til.
? Tað er fyrst og fremst til stuttleika, at vit eru við í kappingini. Vit hava spælt saman í eina tíð og høvdu hug at fara við til Prix Føroyar, sigur Signar í Homrum.
? Prix Føroyar er ein stór og spennandi kapping, og áhugin fyri henni er stórur. Tað gevur nógva umtalu at verða við, og tú kanst fáa bólkin fram gjøgnum kappingina.
Bólkurin er Rok, og teir hava spælt til dans kring Føroyar í eina tíð. Bólkurin hevur tó einki givið út, og teir hava fyrst og fremst spæla coversangir.
? Prix Føroyar krevur av bólkunum, at teir spæla nýggjar sangir, og tað hevur eisini fingið okkum at venja nýtt tilfar. Tað er takknemligt at spæla coversangir, men tað gongur ikki í Prixnum. Vit hava spælt eitt sindur av tí, sum eg áður havi skrivað, men nú hava vit skrivað nýggjar sangir, sigur Signar í Homrum.
Prixið gevur eitt skump
Hóast bólkurin Rok er rímiliga ungur, so eru fleiri skiftingar gjørdar í manningini, og nú eru bara tveir av teimum upprunaligu limunum eftir. Teir fýra tónleikararnir í bólkinum eru Signar í Homrum, Johan Ziskason, John Johansen og Ólavur Enni Elisson.
Johan Ziskason hevur áður spælt í bólkinum Mark No Limits, sum vann Prix Føroyar á sinni, og John Johansen hevur tikið lut við fleiri bólkum úr Vágum áður.
? Tað góða við Prixnum er, at tað gevur bólkinum eitt skump. Venjingarnar verða betur, og tað kemur meira burtur úr, sigur Signar í Homrum.
? Hesi árini Prix Føroyar hevur verið, eru tað skrivaðir ein rúgva av nýggjum sangum, tí kravið í kappingini hevur verið, at bólkarnir spæla nýtt tilfar. Tí hevur Prixið verið ein drívmegi í føroyskum tónleiki hesi árini.
Eisini ein sosialur partur
Signar í Homrum fjalir ikki út yvir, at Prix Føroyar er eisini ein gyltur møguleiki at hitta tónleikarar.
? Vanliga spæla vit í hvør sínum staði í landinum, men her er ein møguleiki at hitta aðrar tónleikarar og bólkar. Og tað er næsta soleiðis, at tað er stuttligast at vera backstage til Prix Føroyar, sigur Signar í Homrum.
? Hóast talan er um eina kapping, so er stemningurin góður millum tónleikararnar. Eingin leggur fót fyri nakran, og kappingin órógvar ikki tað góða lagið. Tí skulu vit ikki gloyma tað sosiala elementið í Prix Føroyum, sigur hann.
Skrivar enn tónleik
Signar í Homrum var við til at skriva tónleikin hjá Kjølum, og millum teir kendu sangirnar, hann hevur skrivað, teljast Paying og Skýmandi Kvøldið, sum framvegis javnan er at hoyra í útvarpi, hóast sangurin hevur nógv ár á baki.
? Tað, sum eg skrivi nú, líkist mær sjálvum, men tónleikurin blívur øðrvísi av, at aðrir tónleikarar spæla. Johan er ikki tann sami gittarspælarin sum Jens Marni, og John er ikki tann sami bassisturin sum Jens Tummas. Tað førir beinanvegin tónleikin aðrar leiðir, sigur Signar í Homrum.
Og leygarkvøldið skulu nýggir sangir, sum Signar hevur verið við til at skriva, standa sína roynd í Prix Føroyum.










