Hetta vikuskiftið er Signar á Homrum á tónleikaferð í danska høvuðsstaðnum. Bólkurin Rox, har Signar er sangari, spælir til dans á Ishøj Regatta leygarkvøldið.
Men longu fríggjakvøldið fer Signar at hava framførslu í Keypmannahavn.
Signar fer at framføra á ovarau hæddini á pubbinum Irish Rover, sum liggur á Strøgnum, og afturat sær hevur hann John Johansen, sum eisini spælir við í Rox.