Sigmund dansaði seg víðari í Talent

19 ára gamli Sigmund Tróndheim var »fabolous«, tá hann luttók í danskari sjónvarpskapping

Danska sjónvarpsrásin TV2 er júst farið undir nýtt umfar av kappingini Talent, og í gjárkvøldið var ein av luttakarunum Sigmund Tróndheim, sum er hálvur føroyingur og búsitandi í Herning í Danmark. Pápin er Oddur Tróndheim.

Sigmund var frá byrjan profilur í Talent – bæði tí hann dugdi væl at dansa, og tí hann var ósmæðin í innslagi og framførslu.

Sigmund segði í innslagnum, at fólk stundum hava havt trupult við at skilja og góðtaka hansara positiva og feminina lyndi, men eftir at hann er fluttur til Herning at búgva, stórtrívist hann við nógvum vinfólki.

Dómararnir í Talent sendu Sigmund trygt víðari í kappingini, eftir at hann hevði dansað fyri teimum, og lítið er at ivast í, at Sigmund hevur møguleika at blíva ein verulig hetja í sendirøðini. Talent er sjónvarpskapping, har fólk, ið duga eitthvørt serligt, kunnu bjóða seg fram at luttaka. Í sendingini ber til at syngja, dansa, vísa akrobatikk ella hvat, tað skal verða.

Talent-sendingin, har Sigmund Tróndheim luttekur, kann síggjast her

Við at trýsta á pílin í myndini omanfyri ber til at síggja sjálva dansiframførsluna hjá Sigmundi í Talent.