Siglir ikki í Mykines í septembur

Í fjør minkaði ferðafólkatalið til Mykines niður í 10 prosent í septembur í mun til august

Í fjør var sjóvegis samband út í Mykines eisini í septembur mánað, men so verður ikki í ár. Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum sigur, at sambært tyrlusáttmálanum, skal tað siglast frá 1. mai til 31. august.

- Eg havi ikki hoyrt eitt orð frá Mykinesfólki, annað enn at tað hevur verið torført at fáa frakt út í oynna. Tað er tó broytt. Og haldi eg, at fólk hava verið væl nøgd við. Eg havi tó ikki hoyrt nakað um, at fólk eru ónøgd við ferðafólkasiglingina út í Mykines um heystið, sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

Í fjør sigldi Jósup út í Mykines í septembur, men Henrik Old sigur, at royndirnar frá í fjør vísa, at tørvur valla er á sigling í septembur.

- Í juni í fjør sigldu 2.700 fólk út í Mykines, í juli 6.600. Í august 4.288, men í septembur einans 427 fólk. So tað er týðiligt, at tað er lítið fólk, ið hevur tørv á at sigla, sigur Henrik Old.

 

Tey fastbúgvandi í Mykinesi hava fýlst á, at tað kann vera torført hjá teimum at fáa pláss við tyrluni, men Henrik Old sigur, at hetta er eitt mál, sum hann ætlar at taka upp við Mykinesfólk í næstum, so hendan støðan kann betrast til næsta ár.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við Henrik Old fyri Rás 2 í dag.