Siglingin um Vestmannasund steðgað við lóg

Nú undirsjóvartunnilin verður tikin í nýtslu, hevur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í samferðslumálum, lagt uppskot fyri løgtingið um at steðga siglingini um Vestmannasund. Í hesum sambandi skal Vestmanna Kommuna hava tríggjar milliónir krónur í endurgjaldi, fyri mist havnagjald.

Mikudagin, ella dagin eftir at fasta sambandið um Vestmannasund er alment tikið í nýtslu, skal løgtingið viðgera eitt uppskot frá Bjarna Djurholm um at broyta lógina um fólka- og farmaflutning.
Broytingaruppskotið fevnir í stuttum um at strika leiðina »Vestmanna ? Oyragjógv« av yvirlitinum yvir tær leiðir, ið Strandferðslan hevur skyldu at røkja. Og við hesum fer siglingin um Vestmannasund so endaliga í søguna. Strandferðslan hevur longu boðað frá, at síðsti túrur um sundið verður sigldur um middagsleitið týsdagin, beint áðrenn tunnilin verður tikin í nýtslu.
Farleiðin um Vestmannasund hevur higartil givið eitt lítið yvirskot, umleið 300.000 krónur, til Strandferðsluna. Tá komið var til hálvan november hevði Strandferðslan flutt umleið 360.000 fólk og 98.000 bilar aftur og fram um Vestmannasund, og tá má havast í huga, skipini lógu frá 18.apríl til 15.maj vegna verkfall.
Men nú koyrandi verður undir sundið er neyvan sannlíkt, at tað hevði borið til at varðveitt nógvu ferðsluna við Ternuni, og harvið yvirskotið í kassan hjá Strandferðsluni.

3 mió. í endurgjaldi
Nú siglingin verður niðurløgd missir Vestmanna Kommuna inntøkur frá havnagjaldinum, og tí skal landið gjalda endurgjald til kommununa. Kommunan fær endurgjald, ið svarar til havnagjaldið í fimm ár, grundað á miðal árliga havnagjaldið seinastu trý árini. Eftir hesum skal Vestmanna Kommuna hava umleið tríggjar milliónir krónur í endurgjaldi frá landinum. Peningurin verður rindaður í einum.