Tekniska brekið, ið gjørdi at Teistin í gjár mátti takast úr sigling, er nú umvælt, og skipið er farið aftur í regluliga sigling millum Gomlurætt og Skopun. Tað boðar Strandferðslan frá í kvøld.
Teistin sigldi fyrsta túrin av Gomlurætt klokkan 17.20 í kvøld, meðan Teistin, ið hevur røkt Sandoyarleiðina seinnapartin, er farin aftur á Nólsoyarleiðina og fór fyrsta túrin úr Havnini klokkan 18.
Í gjárkvøldið og fyrrapartin í dag røkti Sildberin Sandoyarleiðina, og varð hon flutt á Nólsoyarleiðina, tá Teistin bleiv tikin úr siglingini seinnapartin, men í morgin byrjar Sildberin aftur á Skúvoyarleiðini, skrivar Strandferðslan á heimasíðuni.