Landsdjóralæknin Bjørn Harlous kunngjørdi í gjár, at sigli- og fiskiforboðið í Oyndafirði og Funningsfirði er hervið tikið aftur. Bjørn Harlou setti vegna ILA smittuna í alibrúkinum hjá P/F Norðaling og P/F Funningslaks forboð ímóti at sigla og fiska á fjørðinum, men er hetta tikið úr gildi frá í gjár klokkan 12.00.
Landsdjóralæknin fastsetti tó eisini nøkur onnur sigli- og fiskiforboð. Eitt er í Lambavík. Óviðkomandi sigling og fisking skal halda seg í eini 500 metra fjarstøðu frá aliringunum hjá Alistøðini á Bakka í Lambavík. Forboðið er galdandi til allir fiskarnir í brúkinum eru slaktaðir.
Eisini varð eitt forboð sett í Nólsoyarfirði. Sigling og fisking skal halda seg minst 500 metrar vekk frá aliringunum hjá P/F Gulanum. Forboðið er galdandi til allir fiskarnir eru slaktaðir
Síðsta forboðið er sett í Hvannasundi Norð hjá P/F Faroe Salmon. Óviðkomandi sigling og fisking skulu halda seg 500 metrar vekk frá aliringunum. Forboðið er galdandi til allir fiskarnir eru slaktaðir.