Sigling og busskoyring er ávirkað av veðri í dag

 

Tað er rættiligsa nógvur vindur í morgun og tað hevur sína ávirkan á almennu samferðsluna í morgun.

 

Tað sær út til, at veðrið er ringast sunnanfyri, har hann er upp í 35 metrar um sekundið á Porkerishálsi og sostatt hevur Strandferðslan avlýst alla busskoyring í Suðuroy. Men tað er eisini rættiliga nógvur vindur aðrastaðni við, og Strandferðslan sigur, at fólk skulu fyrireika seg upp á, at ólag verður á koyringini aðrastaðni við.

 

Av skipunum eru tað fyribils Smyril, Sildberin og Ternan, sum hava avlýst. Men annars eru bæði skúli og dagstovnur í Hvalba stongdir í dag fyri veður.