Í summar hevur ein snøggur flaki flotið á Vatinum í Vági, til stóra gleði fyri stór og smá.
Hetta er helst orsøk til ein bólk á facebook, har heitt verður á fólk um at byggja flakar og at koma og sigla við flakum í vár og í summar.
Boðini á bólkinum eru hesi:
Bygg ein flaka og kom og sigl við honum á Vatninum í Vági 5/5-2018. Øll eru vælkomin at verða við. Meir kunning kemur seinni.
Seinnu árini hava gummibátar og smærri jollur verið at sæð á Vatninum í Vági, og so nú ein flaki, sum kanska eggjar fólki til at byggja fleiri.