Í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at ein bátur við eini familju umborð, hevði siglt á land Yviri undir Síðu, ímillum Signabø og Kaldbak.
Fimm fólk vóru í bátinum, maður, kona og trý børn, og tey høvdu bjargingarbát. Men løgreglan fekk at vita, at tey høvdu ikki nóg mikið av bjargingarvestum í bátinum til øll fimm.
MRCC fekk boðini og ein hálvan tíma seinni var bjargingabáturin, Lív hjá bátinum, ið hevði siglt á land og hevði tamarhald á støðuni.
Tey fingu at vita frá føraranum á bátinum, sum var farin á land, at tey høvdu siglt við streyminum framvið landi, men at tey brádliga tóku í botn.
Báturin fekk so mikið av slagsíðu, at tey gjørdu av at fara í bjargingarbátin, men kappaðu ikki línuna til bátin, fyri ikki at reka avstað, áðrenn hjálpin kom.
Lív tók tey fimm fólkini umborð. Samstundis fekk toga bátin av aftur og tók hann upp á sleip, til lands.
Men tey kunnu vænta sær at frætta aftur frá myndugleikunum av tí, at tey ikki høvdu nóg mikið av bjargingarvestum til øll, sum vóru umborð.
L