Hetta heldur framsøgumaður Sjálvstýrisfloksins, Álvur Zachariassen. Hann vísti eisini á, at 3-4.000 krónur ikki er nøkur stór upphædd.
? Vit áttu heldur at gjørt onkra varandi loysn. Eg havi sjálvur hugsað á sama hátt sum Fólkaflokkurin, at vit sjálv eiga at gjalda tað, sum vit skulu hav aí eftirløn. Men hvussu hetta skal gerast, veit eg ikki, segði Álvur Zachariassen, sum vísti á, at fyri at fingið eina slíka skipan at virka beinanvegin, kundi landskassin lagt nakrar milliónir ír grunnin í fyrsta umfari.
Framsøgumaður Sjálvstýrisfloksins helt tað eisini vera skeivt, at pensjónistar ikki kunnu forvinna sær nøkur oyru viðsíðuna av pensjónini, uttan at hetta verður tikið aftur í skatti.
At av taka karensdagaskipanina kundi Álvur Zachariassen kortini taka undir við - eisini at javnseta tímalønt og fastlønt við at broyta dagpeningaskipanina soleðis, at tímalønt fáa dagpening frá fyrsta sjúkradegi.