Eilif Samuelsen
Nú fullu so gekkaskortarnir hjá fullveldistriumviratinum, og alt, sum higartil skuldi haldast so loyniligt, er nú opinberað. Og lítil skuggsjón var í. Úrslitið av trý ára fullveldisstrevi endaði við einum fullkomiliga mislukkaðum uppskoti, eins og alt fullveldisstrevið við samráðingum og propagandatiltøkum hevur verið tað, sum tey ungu nú á døgum kalla eitt flopp.
Í grundini er tað ikki so lítið harmiligt, tí sakin, tað at stremba fram ímóti sjálvbjargni fyri eitt land og fyri eitt fólk, er eitt ediligt endamál; men orsøkin til tað totala skipbrotið er, at tær kreftirnar, sum hava sett so nógv inn upp á at fáa hetta fullveldið her og nú, hava ikki bara havt tað ideala málið fyri eyga, men hava meira miðað eftir at verða sigurskransað á torginum ein vakran summardag, meðan tjøldrini láta og børnini veittra við merkinum. So nú mugu tað vera hinar kreftirnar, ið trúliga og seigliga arbeiða miðvíst fram ímóti at styrkja grundarlagið undir búskapinum og harvið skapa fyritreytir fyri veruligum sjálvbjargni, sum nú aftur mugu taka tann táttin upp, sum var sleptur fyri knøppum trimum árum síðani og føra føroysku tjóðina víðari fram á vegin.
Hesi seinastu trý árini, tá ið demagogiin hevur verið sett í hásætið heldur enn dagliga strevið fyri at menna samfelagið, hava samgonguflokkarnir lítið og einki fingið av skafti av egnum ávum. Høvdu ikki fiskanøgdir, fiskaprísir, rentustig og aðrir faktorar, sum liggja langt uttan fyri ávirkan landsstýrisins, verið so óvanliga lagaligir, so hevði støðan verið ein heilt onnur, enn hon hóast alt er í dag.
Orðloysingar hava fullveldisforsprákararnir eisini verið. Teir lovaðu Føroya fólki og løgtinginum, tá ið teir komu framat, at tann sáttmálin, sum gerast skuldi millum stjórn og landsstýri skuldi leggjast út til fólkaatkvøðu, eftir at bæði fólkating og løgting høvdu góðkent hann. Nú vita øll, hvussu tær samráðingarnar endaðu, og Nyrup verður gjørdur til syndabukk fyri klombruta og óbúna samráðingar-atburð landsstýrisins. Enn rádna flestu føroyingar, tá ið teir minnast aftur á miseydnaðu sendiferðirnar og samanbera við ta hjá Jákup Sibba á sinni.
Hvat gera antihetjurnar so á flogsteininum fyri at bjarga skinninum á nøsini? Teir vilja lógartvinga komandi tríggjar løgtingsmanningarnar at fremja tær yvirtøkurnar og tær minkingarnar í ríkisveitingunum, sum teir sjálvir onga roynd hava gjørt hesi trý árini fyri at fremja. Slíkt eru kalar.
Og við at senda hesa lógina út til fólkaatkvøðu, vilja teir misbrúka føroyska veljaran og taka hann til gíðsla fyri at rættvísgera, at teir fyri alla eftirtíð bera ilt fyri fólkaatkvøður her á landi, so at tær verða at kalla ónýtiligar sum fólkaræðisligt amboð í framtíðini.
Allir føroyingar eiga at umhugsa og gjøgnumskoða ta fólkaforføring, sum liggur í hesum neyðsemjuuppskoti landsstýrisins. Sigið eitt syngjandi nei til hetta uppskotið og latið eitt komandi landsstýri gera eina skilagóða avtalu við donsku stjórnina, sum samansjóðar teir tankarnar sum liggja í Nýskipanaruppskoti Sambandsfloksins og sjálvstýrisuppskoti Javnaðarfloksins.