ðFilmsinstallatiónin LEJLIGHEDSMINDER hjá møðgunum Katrini Ottarsdóttir og Hildigunn Eyðfinsdóttir er sett saman til eina stuttfilms-suitu og kann nú síggjast á alnetinum á Vimeo – og her á síðuni. Møguleiki er at velja enskar ella týskar undirtekstir.
TRÝST HER fyri at síggja filmin
LEJLIGHEDSMINDER umfatar fimm stuttfilmar upp á 5-8 minuttir hvør, har ein ung kvinna, sum er í ferð við eitthvørt gerandis húsarbeiði verður "álopin" av einum burturtrokað barndómsminni, sum tekur ræðið avhenni.
Verkið er upprunaliga skapt sum ein filmsinstallatión, har allir fimm filmarnir verða vístir samstundis í hvør sínum rúmi í eini "íbúð", har áskoðarin kann ganga inn og út úr rúmunum og sjálvur ger av, um hann vil síggja filmarnar í brotum ella í fullari longd. Ljóðið frá teimum fimm filmunum blandast saman og skapar ein óunniligan og klaustrofobiskan stemning.
Sum filmsinstallatión hevði verkið frumsýning í 2012 og hevur verið sýnt í Nyt Tap í Carlsbergbýnum í Keypmannahavn, í Norðurlandahúsinum, á Teater Katapult í Aarhus og á filmsstevnuni í Lübeck í Týskalandi.
Hugskotið til LEJLIGHEDSMINDER eiga Katrin Ottarsdóttir og Hildigunn Eyðfinsdóttir.
Hildigunn hevur skrivað handrit og er einasti sjónleikari í filmunum. Katrin hevur leikstjórnað, tikið upp og klipt. Ljóð og annað eftirarbeiði hava Kenneth Jensen og Hugin Eide gjørt.
Lejlighedsminder varir 38:30 minuttir tilsamans.
Tað er ókeypis at hyggja at Lejlighedsminder, men á Vimeo-síðuni er ein knappur, har hyggjarin kann lata "drykkjupengar" til filmsskapararnar.
TRÝST HER fyri at síggja slóðina á vimeo