Siggi kann vinna fyri fjórða ferð

Upptakt: Víkingur og EB/Streymur spæla í kvøld framskundaðan dyst

Í prinsippinum fór føroyska landskappingin í summarferiu eftir farna vikuskiftið, tá 14. umfar bleiv spælt. Tó er dysturin millum Víking og EB/Streym, sum skuldi spælast 27. juni, er framskundaður til í kvøld.

 

Orsøkin er, at Víkingur skal spæla minst fýra dystir í Evropa í um summar. Tí eru partarnir samdir um at spæla dystin í kvøld.

 

Víkingur hevur vunnið tríggjar dystir upp í slag, eftir 3-0 tapið fyri KÍ í fyrsta dystinum hjá Sigfríði S. Clementsen. Víkingur kann við sigri í kvøld fara í Evropa at umboða føroyskan fótbólt við fýra sigrum upp í slag og á triðja plássi.

 

Betri deildin 16. umfar:

Víkingur – EB/Streymur (19.00) Beinleiðis á FM1