Sigfríður: Undir alt lágmark

Høvuðsvenjarin hjá Víkingi er saman við Súna Olsen í øðini um dømingina í 2-2 javnleikinum móti B36

Fyri løtu síðani endaði dysturin millum B36 og Víking í Gundadali. Heimamennirnir í B36 kenna seg meira fegnar um tað eina stigið, enn teir í Víkingi.

 

Høvuðsvenjarin hjá Víkingi, Sigfríður S. Clementsen var ikki so lítið harmur um brotssparkið B36 fekk í yvirtíðini: - Hetta var undir alt lágmark, segði ein harmur Sigfríður við Trónd Arge á Rás2 aftaná dystin. Sigfríður segði seg sakna, at dómarin ikki helt eina konstanta linju í sínari døming allan dystin. Sigfríður iðraði seg eisini um, at hansara spælarar ikki tóku av málmøguleikunum.

 

Kendi profilurin hjá Víkingi, Súni Olsen var ikki líka opinskáraður, men var kortini eitt sindur speiskur um brotssparkið B36 fekk ímóti dystarenda. Hinvegin staðfesti Súni Olsen, at teir skuldu havt avgjørt dystin, tá teir vóru á odda 2-1.

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra tað, sum Súni Olsen og Sigfríður S. Clementsen søgdu við Trónd Arge aftaná dystin. Fremst í ljóðbrotinum hoyrist frásagnin av teimum fýra málunum, sum Tróndur Arge segði frá á Rás2. André Olsen var viðmerkjari.