Sigfríður og teir fingu luft undir veingirnar

Trivaligir heimasigur ímóti Skála ber við sær, at tað nú eru fýra stig frá EB/Streymi og aftur til botnliðini

Undan kappingarbyrjan varð tað spátt, at EB/Streymur fór at vera millum uppløgdu kandidatarnar at flyta niður. Enn eru tað heilt nógv stig at spæla um, og EB/Streymur er framvegis millum tey, sum stríðast fyri at sleppa undan hóttanini av niðurflyting.

 

Í dag tóku heimamenninir við Margáir stórt stig rætta vegin. Skála var gestur við Margáir, og skálamenn noyddust til hús við 3-0 tapi. Hetta var nett sama úrslit, sum Skála í fyrsta umfari vann við, tá ið EB/Streymur var gestur undir Mýruhjalla.

 

Úrslitið ber við sær, at EB/Streymur hevur sjey stig, og at tað eru fýra stig aftur til B68 og ÍF, sum eru undir strikuni. Leygarkvøldið fer EB/Streymur at spæla á Svangaskarði ímóti B68.

 

Skála er á sjeynda plássi við 10 stigum. Skálamenn hava tapt tríggjar tær seinastu ferðirnar við málmuninum 0-7.

 

Sigfríður Clementsen hevði øðrvísi EB/Streyma uppstilling, enn hann hevur havt higartil í ár. Nú vóru tað fýra í verjuni, og Virgar Jónsson, sum higartil hevur verið vongverji í vinstru, var í dag fyrst verjukendur sentralur miðvallari og síðani framrættaður, tá ið hann og Emil Weihe Joensen býttu pláss.

 

Tríggjar minuttir undan steðginum legði EB/Streymur seg á odda. Málskjútti var Emil Weihe Joensen, og tað var Virgar Jónsson, sum átti uppleggið.

 

Fyrstu lítlu løtuna eftir steðgin økti EB/Streymur um munin til bæði 2-0 og 3-0. Í báðum førum vóru tað spælarar, sum stutt undan kappingarbyrjan løgdust aftrat, sum vóru málskjúttar.

 

2-0 málið stútaði Jens Erik Bruhn. Hetta var annað málið hjá honum, síðani hann skifti úr TB og til EB/Streym.

 

3-0 málið skoraði miðvallarin Suni Herman Petersen. Hetta var fyrsta málið hjá honum, síðani hann undan hesum kappingarárinum flutti úr B71 og til EB/Streym.

 

Leygarkvøldið fer Skála at spæla á heimavølli ímóti ÍF.