Fyri løtu síðani fekk Rás2 orðið á høvuðsvenjararnar hjá ÍF og Víkingi, sum leiktu javnleik 1-1 í Sarpugerði í Norðragøtu.
Albert Ellefsen, høvuðsvenjari hjá ÍF var nøgdur við at sleppa úr Norðragøtu við einum stigi í einum dysti, sum hann metir verða torføran.
Sigfríður S. Clementsen, høvuðsvenjari hjá Víkingi var munandi minni nøgdur við 1-1 javnleikin, og hann var als ikki nøgdur við spælistílin hjá ÍF. Sigfríður helt fyri, at ÍF-spælararnir gúppaðu bóltin, og vildu ikki spæla poleraðan fótbólt. Nú spyr Sigfríður um Víkingur ikki eisini má fara yvir til ein meira einfaldan spælistíl.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI og hoyr tað, sum Albert Ellefsen og Sigfríður S. Clementsen søgdu við Rás2 aftaná dystin.