Sigfríður til EB/Streym

EB/Streymur hevur skrivað undir sáttmála við Sigfríða Clementsen og Magna Mohr, um at teir komandi kappingarár skulu venja besta lið felagsins.

Hetta stendur at lesa á almennu heimasíðuni hjá EB/Streymi, og formaður felagsins, Rólant Højsted, váttar somuleiðis tíðindini. Rólant Højsted sigur, at tá Magni Mohr í løtuni arbeiðir í Danmark, kemur hann at arbeiða sum ráðgevi fyrstu tíðina. Somuleiðis sigur hann, at Finnbjørn Zachariassen er settur sum hjálparvenjari. Hetta eru góð tíðindi í Sundalagnum, eftir at tað herfyri gjørdist greitt, at EB/Streymur og venjarin seinastu mongu árini, Piotr Krakowski, ikki fóru at halda fram við samstarvinum.