Millum ungu HB-spælararnar, sum byrjaðu inni í 4-2 heimasigrinum á ÍF í dag vóru Heri Hjalt Mohr, sum er sonur HB-legenduna, Gunnar Mohr, og Daniel Johansen, sum er 19 ára gamal.
Høvuðsvenjarin hjá HB, Sigfríður S. Clementsen er sera fegin um responsin hann fekk frá ungu spælarunum, sum hann lat byrja inni ímóti ÍF í dag. Hann heldur, at ungu spælararnir hava avrikað væl á 1. deildarliðnum, og hava víst stóra spæligleði, og hava tí uppiborið møguleikan at byrja inni. Hjá HB snúði tað seg eisini um at hvíla nakrar spælarar aftaná hálvfinalutapið ímóti B36 farna hósdag.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Sigfríð S. Clementsen aftaná dystin millum HB og ÌF. Høvuðsvenjarin hjá HB slær fast, at HB-liðið er væl betur enn fleiri fólk geva sær far um.