ÍF er á Tvøroyri. Hóast hvørki TB ella ÍF hava møguleika at røkka heiðursmerkjum ella europeiskari luttøku, og hóast niðurflyting ikki er upp á tal, so verður í báðum legum lagdur dentur á, at tað framvegis er nógv at spæla fyri.
TB venjarin Sigfríður Clementsen heldur, at tað er greitt, at TB næsta kappingarár aftur verður partur av bestu deildini.
-Á pappírinum er møguleiki fyri niðurflyting, men soleiðis verður tað ikki, tá ið hetta umfarið er av, og tað er uttan mun til, um vit finna ímóti ÍF ella ikki. Vit halda okkum hava góðar møguleikar at røkka 26 stigum, sum var TB úrtøkan í fjør, sigur Sigfríður Clementsen.
Í 2005 varð kappingin víðkað til 27 umfør, og tá var skipanin broytt, so trý stig vórðu givin fyri at vinna. TB hevur ongantíð rokkið fleiri enn 26 stig.
Allir TB spælararnir eru tøkir.
Fuglfirðingar vóna framvegis, at tað skal eydnast at røkka fimta plássi:
-Málið er framvegis at endin á kappingarárinum skal verða betri, enn hann hevur verið tvey tey seinastu árini. Tí er talan um stóra avbjóðing í Trongisvági, sigur annar av ÍF venjarunum Jákup Mikkelsen.
Síðsta sunnudag var Jákup sjálvur í málinum, tá ið ÍF vann 2-0 á Svangaskarði. Tað verður hann ikki ídag. Elias Rasmussen noyddist stutt undan dystinum á Toftum at geva avboð. Hann er tøkur aftur og fer at verja ÍF málið seinnapartin.
Poul Nolsøe Mikkelsen og Gunnar Christiansen eru so mikið illa skaddir, at teir fara ikki at spæla aftur í ár.