Sigfríður: Bara ein fótbóltsdystur

Í fjør varð Sigfríður Clementsen koyrdur frá sum venjari hjá EB/Streymi. Nú hevur hann møguleikan at sparka sundalagsmenn úr steypakappingini.

 

- Tað er ein fótbóltsdystur sum allir aðrir. Tað er einki serstakt við hesum dystinum, sigur Sigfríður Clementsen.

 

Í 2008 vann Sigfríður steypakappingina við EB/Streymi. Mótstøðuliðið í finaluni var B36.

 

- Hetta er ein spennandi uppgáva yvir tveir dystir, so hetta er bara fyrsti partur, men vit eru spentir uppá uppgávuna, sigur Sigfríður Clementsen venjari hjá B36.

 

B36 hevur havt tað trupult seinastu dystirnar í landskappingini. Seinast taptu teir 5-1 fyri NSÍ í Gundadali.

 

- Vónandi kemur ringa gongdin ikki at hava tað stóru ávirkingina á dystin í kvøld. Vit hava ikki fingið stigini í seinastuni, men eg haldi at vit hava spælt okey fótbólt. Vit hava mangla tað síðsta, men tað trúgvi eg uppá at vit fáa við okkum í kvøld og vit kunnu fáa ein góðan dyst, sigur Sigfríður Clementsen.

 

Sigfríður var venjari hjá EB/Streymi til miðskeiðis í kappingarárinum í fjør.

 

- Eg kenni leikararnar hjá teimum og tað gevur mær eina vitan. Tað er tað klárt at vit hava lagt eina plan. Vit spældu eisini ímóti teimum fyrr í ár og tað spældi væl av. Planin er ikki so nógv annarleiðis í mun til tað sum vit gjørdu tá, sigur Sigfríður.

 

- Vit eru við at fáa teir flestu leikararnar aftur. Dimitri Jankovic er leikbannaður, men annars sær gott út, sigur Sigfríður at enda um liðið til dystin í kvøld.