Rógvi Nybo
Upp á ein tíma kláraði Sunniva Waag Dam, sum júst er fylt 16 ár, at keypa fyri góðar 800 krónur í sigarettum í ymsum handlum í Havnini.
Vit á Sosialinum gjørdu hósdagin eina kanning í 14 handlum, har vit bóðu Sunnivu fara inn í handilin og royna at keypa sigarettir av ymsum slag. Áðrenn farið varð avstað, væntaðu vit, at tað møguliga fór at eydnast onkrastaðni og at hon helst fór at verða spurd um prógv aðrastaðni.
Úrslitið er tó einki minni enn sjokkerandi. Hóast lógin er púra greið um, at tað ikki er loyvt at selja tubbakk til fólk undir 18 ár, kom Sunniva fjúrtan ferðir av fjúrtan møguligum úr aftur handlinum við sigarettum, uttan eina tí einastu ferð at verða spurd um aldur ella prógv.
Fyri at gera royndina so veruliga sum gjørligt, bóðu vit hana keypa ymisk sløg av sigarettum í ynmsum handlum. Valið skifti millum Prince, Prince Ligth, Prince Ultra Ligth, Look Ligth og Look Menthol. Men óansæð hvat hon bað um, varð tað útflýggjað henni uttan himpr.
Kjakið hevur ikki hjálpt
Í farnu viku var nógv tosað um sølu av sigarettum. Fleiri ferðir, bæði í bløðunum og í loftbornu miðlunum hava Fólkaheilsuráðið, politikarar og ung fólk verið frammi og tosað um, hvussu lætt tað er hjá ungum fólki undir 18 ár at keypa sigarettir, og hvat eigur at verða gjørt við hetta.
Kjakið sýnist tó ikki at hava fingið handlarnar og tey, ið arbeiða innanfyri í handlunum at rakna við. Tá 16 ára gamla Sunniva var inni í teimum ymsu handlunum og skuldi keypa, varð hon ikki eina tí einastu ferð spurd um prógv.
Sostatt eydnaðist tað henni uppá umleið ein tíma at keypa 14 sigarettpakkar í 14 ymsum handlum í Havnini, hóast hon júst er fylt 16 ár.
rogvi@sosialurin.fo
KASSI VIÐ NØVNUNUM – 2-teiga kassi:
Hesir eru handlarnir
Mylnan, Jónas Broncksgøta
Miklagarður í SMS
Effo í Gundadali
Magn við Norðara Ringveg
Magn á Frælsinum
FK í Hoyvík
Auto í Miðbýnum
Seinatún í Miðbýnum
Inn við Landavegin
Skivan við Landavegin
Inn við Sundsvegin
PE á Hálsi
Bónus í Miðlon
PE á Argjum
SETAST UPP SUM LÓGARTEKSTUR – Kann setast upp líka sum 2 sjálvstøðu sitatir
Kapittul 4
Aldursmark
§ 12. Tað er ikki loyvt at selja ella lata tubbaksvørur til persónar yngri, enn 18 ár.
Stk. 2. Er ivi um aldurin á keyparanum, kann søla bert fara fram, um keyparin skjalprógvar aldur sín.
Roykilógin frá 10. juni 2008
---------
Kapittul 5
Eftirlit, revsing og gildiskoma
§ 14. Uttan so, at harðari revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður við bót revsaður tann, sum við vilja ella grovum ósketni brýtur ásetingarnar í § 3, stk. 1-2, §§ 6-10, § 11, stk. 1 og § 12 í hesi lóg og reglur, ásettar í kunngerð við heimild í hesi lóg.
Stk. 2. Feløg o.o. (løgfrøðiligir persónar) kunnu koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Mál, fevnd av hesi lóg, hava 5 ára fyrningarfreist og verða at fremja sum politimál.
Roykilógin frá 10. juni 2008