Seinasta nátt var friðarlig hjá løgregluni.
Í samdøgurfrágreiðingini er tó viðmerkt, at løgreglan varð boðsent til eina adressu í høvuðsstaðnum umleið klokkan 01.30 síðstu nátt.
- Tað var ein maður, sum var komin fullur heim. Eftir øllum at døma var kvinnan ikki trygg við umstøðurnar og ringdi til okkara.
Vakthavandi sigur, at tey fóru á adressuna, men tá maðurin hevði roykt eina ella tvær sigarettir, fór hann í song og sovnaði.
- Síðan varð friður, og meira spurdist ikki burtur úr hesum málinum, sigur løgreglan.
Lagt verður aftrat, at í vikuskiftinum er onkur bilførari tikin fyri at koyra við kenning.










