Mohamed Morsy, sum var valevni hjá Muslimska Bróðurskapinum á forsetavalinum í Egyptalandi í gjár, sigur seg hava vunnið valið. Tað almenna úrslitið er ikki komið enn, men bróðurskapurin sigur, at Morsy hevur fingið 52,5 prosent av atkvøðunum.
Hitt valevnið, fyrrverandi forsætisráðharrin Ahmed Shafiq, fekk sambært btóðurskapinum 47,5 prosent.
Tann Muslimski Bróðurskapurin sigur, at úrslitið byggir á tær taldu atkvøðurmar í 98 prosentum av valstøðunum í landinum, men at tey eru frá eygleiðarum hjá flokkinum sjálvum.