Rás2 spennir seg eisini út í Faxe Kondi steypakappingini í hondbólti.
Hetta vikuskiftið sigur Rás2 frá tveimum dystum í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum.
Leygarkvøldið klokkan 19 sigur Rás2 frá dystinum í bólki 1 millum H71 og Neistan, sum verður spældur í Hoyvíkshøllini, og sunnudagin klokkan 16 sigur Rás2 frá dystinum í bólki 2 millum Kyndil og StÍF, sum verður spældur í høllini á Hálsi í Havn.
Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen siga frá dystunum á Rás2.
Ljóðsamrøður, myndir o.a. tilfar kemur út á in.fo.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.









