Tað verður eitt stórt føroyskt fótbóltskvøld í Evropa í kvøld, har KÍ, NSÍ og B36 skulu royna at gera Víkingi kunstin eftir, og royna at vinna seg víðari í Europa League undankappingini.
Klokkan 18 byrjar dysturin á Friends Arena millum AIK Stockholm og KÍ. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 0-0, so megnar KÍ javnleik 1-1, so eru teir víðari til annað undanumfari. Klokkan 18.30 byrjar dysturin millum NSÍ og sterka hvítarussiska liðið, Dinamo Minsk. Dinamo Minsk vann fyrra dystin 2-1. Klokkan 19 byrjar dysturin millum B36 og Nomme Kalju á ovara vølli í Gundadali í Havn.
Hilmar Jan Hansen fer at siga frá dystinum millum NSÍ og Dinamo Minsk, og Tróndur Arge fer at siga frá dystinum millum B36 og Nomme Kalju á Rás2. Palli Ziskason verður heimildarmaður á Friends Arena í Stockholm.
In.fo fer eisini at hava tekstfrásøgn frá øllum trimum dystunum. Samanumtøkur, myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo seinni í kvøld.










