Siga frá øllum trimum U20 EM-flogbóltslandsdystunum

Føroyska U20 manslandsliðið í flogbólti spælir ímóti Íslandi í kvøld klokkan 19. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum

Hetta vikuskiftið spælir føroyska U20 manslandsliðið í flogbólti tríggjar EM-undankappingardystir í stórhøllini á Hálsi í Havn.

 

Í kvøld klokkan 19 er Ísland mótstøðuliðið. Leygardagin klokkan 17 verður Skotland mótstøðuliðið, og klokkan 17 sunnudagin spæla føroysku U20 mennirnir ímóti Luksemborg, sum verður mett at verða tað sterkasta liðið í kappingini.

 

Óli G. Samuelsen sigur frá øllum trimum EM-undankappingardystunum hjá føroyska U20-manslandsliðnum.

 

Øll kunnu eftir dystarfrásagnunum á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá Rás2 eru annars FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og FM 98,7.

 

Ljóðsamrøður við føroysku venjararnar og spælararnar koma út á in.fo tá dystirnir eru leiktir.