Siga frá HB-Víkingur klokkan 17 og KÍ-EB/Streymur klokkan 19

Hósdagin sigur FM1 beinleiðis frá tveimum dystum í Betrideildini hjá monnum

Hósdagin vera tríggir dystir leiktir í Betrideildini hjá monnum, og sigur FM1 beinleiðis frá tveimum teirra

Frásøgumennirnir hjá FM1, Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga frá dystunum:

HB-Víkingur (klokkan 17) og KÍ-EB/Streymur (klokkan 19). Triði dysturin er dysturin millum Skála og AB á Skála, ið eisini byrjar klokkan 19.

Sendingin byrjar klokkan 16.55. 

Ljóðsamrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo.

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum dystunum.

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.