Seinnapartin verður beinleiðis fótbóltur á FM1.
Byrjað verður við upptakt við Løkin í Runavík, ið Petur Asbjørn Lervig skipar fyri. Málmanslegendan, Jens Martin Knudsen verður gestur hjá Peturi Asbjørn Lervig, og hann fer at meta um 17. umfar í Betrideildini hjá monnum.
Klokkan 15 til 17 fara Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen at siga frá dystunum: HB-Skála á ovara vølli í Gundadali í Havn, og NSÍ-EB/Streymur við Løkin í Runavík. Fylgt verður við og kunnað verður um gongdina í hinum báðum dystunum, ið byrja klokkan 15 sum eru KÍ-07 Vestur í Klaksvík og Víkingur-AB í Norðragøtu.
Aftaná klokkan 17 verður sendingin "Triði Hálvleikur", har prátað verður við øll liðini sum hava verið í leiki í dag. Teir báðir lurtararnir sum hava bestu sms´ini í dag vinna hvør sítt vikuskiftispass til Summarfestivalin í Klaksvík, ið verður dagarnar 9. til 11. august.
Øll kunnu lurta eftir sendingini á FM1 á www.midlar.fo. Vanligu frekvensarnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum dystunum. Samanumtøka, myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo gjøgnum seinnapartin og kvøldið.










