Oddaliðið í SMS-deildini, VÍF vitjar H71 í Hoyvíkshøllini í annaðkvøld klokkan 18.
VÍF er oddalið við 14 stigum fyri átta dystir. H71 hevur eins og grannarnir, Kyndil og Neistin 10 stig, men hoyvíkskvinnur hava verri málúrtøku.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum millum H71 og VÍF á FM1. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.
Øll kunnu annars hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Samrøður við umboð fyri H71 og VÍF koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF | 8 | 227 | 171 | 56 | 14 |
KYNDIL | 7 | 184 | 125 | 59 | 10 |
NEISTIN | 8 | 196 | 168 | 28 | 10 |
H71 | 7 | 185 | 163 | 22 | 10 |
STJØRNAN | 8 | 198 | 216 | -18 | 6 |
STÍF | 8 | 169 | 243 | -74 | 4 |
VB | 8 | 169 | 242 | -73 | 0 |