Aftur í dag verður stórur fótbóltsdagur á Rás2.
Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen fara at siga frá teimum alt avgerandi dystunum millum ÍF og KÍ norðuri í Fuglafirði, og dystinum millum AB og Víking úti á Argjum. Báðir dystirnir byrja klokkan 14. Vinnur KÌ, og Víkingur tapir ella spælir javnt er KÍ føroyameistari. Vinnur Víkingur eru teir meistarar.
Tríggir aðrir dystir byrja klokkan 14, og teir eru B36-TB, Skála-HB og B68-NSÍ. Rás2 fer at uppdatera frá støðunum í teimum trimum dystunum.
Upptaktin byrjar klokkan 12.30. Í upptaktini verður prátað við Martin Dalsgarð, formann í AB, Rúna Herup Olsen, formann í B36, Eyðun Thorgeirsson, kendan KÍ-fjeppara, og eisini verður prátað við Rúna Klein Joensen, kendan Víkinga-fjeppara. Fyrrverandi AB-áleyparin, Tróndur Sigurðsson fer eisini at fortelja um seinasta leikdag í 2010, tá AB heldur ikki hevði nakað at spæla fyri á pappírinum, men kortini kýtti seg nógv fyri at vinna á FC Suðuroy. Við sínum sigursmáli sendi Tróndur FC Suðuroy niður í 1. deild, og samstundis bjargaði hann B71. Hetta hendi hóast AB longu var flutt niður, og hevði "einki" at spæla fyri.
Tá føroyameistarin er funnin verður nógv gjørt burturúr gullvinnaranum. Gjøgnum dagin verða eisini formenn hjá øðrum feløgum ígjøgnum, og taka samanum farna kappingarárið.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
In.fo fer eisini at hava beinleiðis frásøgn frá dystunum. Samanumtøkur, myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo gjøgnum dagin.