FM1 sendir beinleiðis frá fótbólti og um fótbólt frá klokkan 14.50 í dag.
Klokkan 15 sigur Tróndur Arge beinleiðis frá grannauppgerðini millum B36 og HB. Aftaná dystin fer Tróndur Arge út á Argir at siga frá dystinum millum AB og Skála sum byrjar klokkan 17. FM1 hevur heimildarmenn til dystirnar TB-EB/Streymur sum byrjar klokkan 15, og dystin ÍF-KÍ sum byrjar klokkan 16.30.
Tá dysturin og samrøður eru lidnar á Argjum umleið klokkan 19 tekur Petur Asbjørn Lervig yvir við einum serstakum fótbóltspaneli, ið fer at snúgva seg um fótbóltsmenning. Gestir verða Oddbjørn Joensen og Pætur S. Clementsen frá FSF.
Øll kunnu lurta eftir FM1 á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5 og FM 98,7.
In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá dystunum í Betrideildini hjá monnum. Ljóðsamrøður koma eisini út á in.fo.