Hvar heldur tú jól?
- Eg havi altíð hildið jól heima í Vági saman við familjuni. Jólaaftan skiftast vit um at verða heima hjá okkum, verforeldrunum og hjá eldra beiggja mínum, sum eisini býr í Vági.
Tað sigur Arni D. Brattaberg.
- Vit royna at varðveita ta gomlu siðvenjuna hjá Brattaberg-familjuni at møtast jólaaftan klokkan 12 at eta ræstan fisk og sperðil, men tey seinnu árini er matskráin tó skift út við annan borðskera.
Hann vísir á, at jóladag er altíð nátturði hjá eini pápasystir, og 2. jóladagsmorgun verður gingið rund Ryskivatn.
- At ganga runt Ryskivatn er nakað, sum Brattaberg-familjan hevur gjørt í eini 25 ár, og tá møta tey til gongutúrin, sum halda seg verða før fyri at taka túrin.
Arni sigur, at í ár er ætlanin tó ein heilt onnur, tí í ár skulu tey halda jólaaftan í Havn saman við eldru systrini hjá konuni og jóladag í Skopun saman við yngstu systrini hjá konuni.
- 2. jóladag verða vit helst aftur í Vági, sigur hann.
Hvat eta tit á jólum?
- Vit hava altíð etið gás ella dunnu jólaaftan. Jóladag er tað sum oftast føroyskt, turt kjøt ella fekst kjøt í ovnin.
Keypir tú jólagávur?
- Ja, eg eri saman við børnunum og keypi gávuna til konuna.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini eru ein hugnalig tíð, har vit geva okkum stundir at verða saman við familjuni. Vit fara í kirkju og hoyra um jesusbarnið.
Hevur tú eitt jólaynski?
- At tað skal verða møguligt hjá øllum at hava eini góð og friðsæl jól saman við sínum kæru, sigur Arni D. Brattaberg.
Lesið eisini -
* https://www.in.fo/news-detail/jolatraeid-verdur-pyntad-tollaksmessudag
* https://www.in.fo/news-detail/boernini-skulu-hava-tad-gott-a-jolum