Lagið Kaos hjá føroyska teknobólkinum Side Effect er ovasta lag á hittlistanum yvir elektronisk rokkløg á heimasíðuni soundlift.com og 6. ovasta lag á almenna listanum yvir løg á heimasíðuni. Soundlift.com er ein heimasíða, har bólkar kunnu leggja løg út soleiðis, at alnetbrúkarar kunnu taka tey niður á teldu sína ókeypis.
Side Effect hava lagt trý løg út, og eitt av hesum er altso Kaos, ið klárar seg so serstakliga væl. Føroyingar hava eisini møguleika at hoyra løgini hjá føroyska bólkinum, og øllum hinum bólkunum á www.soundlift.com. Á síðuni ber eisini til at lesa eitt sindur um Føroya einasta og besta tekno-rokkbólk.










