Sic bardist dyggiliga á Gøtusandi, har kuldi, sirm, vantandi áskoðarar og vánaligt ljóðbland als ikki gjørdu bólkinum nakra tænastu. Fyri flestu bólkar hevði hetta fullkomiliga oyðilagt konsertina, men onkursvegna megnaði Sic allíkavæl at fáa eina lívliga konsert burturúr.
Sic er uttan iva betri spælandi enn nakrantíð áður. Júst afturkomnir eftir eina langa uttanlandsferð og fleiri konsertir her heima seinastu vikurnar. Men hetta var ringt at hoyra, tí stóran part av framførsluni leyp ljóðið saman í eina suppu, ið bar boð um, at ljóðblandarin hevði gloypt ov stóran bita.
Løg sum My Hell og Done Pretending, ið á fløguni hjá Sic hava nógv meira uppá seg enn monotoman larm, druknaðu á hesari framførsluni í øllum larminum. Ja, vælvitandi um vandan fyri at ljóða gamal, so ljóðaði alt líka.
Men bólkurin fekk tað av fólki, ið var komið saman á sandinum, við sær, og tann ófatiliga orkan, sum bólkurin hevur, megnaði at gera konsertina til eina energiska uppliving, har tað, sum tú føldi av tónleikinum, vigaði upp fyri tí, sum tú ikki veruliga hoyrdi. Tað má sigast, at Sic bardist dyggiliga, og hóast konsertin av ytru umstøðunum ikki gjørdist so góð, sum hon kundi verið, so var tað ikki teirra skuld.